Ukraina vil hjálpa føroyingum at finna marknaðir

Ukraina vil hjálpa føroyingum at finna marknaðir
Sendiharrin í Danmark sigur, at missa føroysk russiska marknaðin, skal Ukraina hjálpa teimum at finna nýggjar marknaðir
Tíðindafólk høvdu samrøðu við ukrainska sendiharran, Mykhailo Vydoinyk, tá ukrainskir forsetin hevði hildið røðu fyri fólkatinginum.
Mynd: Kaj Joensen  
 
29.03.2022 - 15:10

Ukraina vil gera sítt ítasta, so at Føroyar sleppa inn á ukrainska marknaðin við fiski. 

Tað sigur ukrainski sendimaðurin í Danmark, Mykhailo Vydoinyk.

Kringvarpið hitti hann beint eftir, at Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, hevði hildið røðu fyri limum í Fólkatingimunum í dag.

Mykhailo Vydoinyk sigur, at í Ukraina gleðast tey um øll tiltøk, sum vera sett í verk móti Russlandi, og at trýst verður lagt á russisku stjórnina. 

Hann sigur eisini, at um føroysk virkir missa russiska marknaðin, so skulu tey sjálvandi fáa hjálp úr Ukraina at finna nýggjar marknaðir:

 

1518302

 

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423