Barnaskúlin í Fuglafirði vígdur leygardagin

Barnaskúlin í Fuglafirði vígdur leygardagin
Skipað verður fyri hátíðarhaldi, og m.a. verður eitt nýtt tónleika- og listaverk framført
Hátíðarhald verður í Fuglafirði leygardagin, tá nýggi barnaskúlin verður vígdur.
Mynd: Fuglafjarðar kommuna  
 
31.03.2022 - 09:52

Stórt hátíðarhald verður í Fuglafirði leygardagin, tá skúlabygningurin verður vígdur og tikin í nýtslu.

Jógvan Fríðriksson, bispur, vígir skúlan, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer at halda røðu.

Hetta verður klokkan 14.30 og tá verður eisini frumframførsla av verkinum "Songur til Fuglafjarðar skúla."

Talan er um tónleika- og listaverk, sum Alexendur Kristiansen, Frits Johannesen og Jógvan á Lakjuni hava gjørt til skúlan. Teir tríggir eru eisini allir lærarar.

Alexandur Kristiansen hevur skrivað yrkingina, Frits Johannesen hevur gjørt eitt listaverk út frá henni, og Jógvan á Lakjuni hevur skrivað tónleikin.

Næmingar og lærarar skúlans framføra.

Millum klokkan 16.00 og 17.30 verður opið hús við fimleikaframførslum, hornorkestri, livandi verkstaði og framsýningum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928