Andstøðan leggur trýst á samgonguna

Andstøðan leggur trýst á samgonguna
Andstøðuflokkarnir halda, at Føroyar skulu steðga øllum út- og innflutningi til og úr Russlandi. Samgongan heldur ikki, at Føroyar skulu ganga á odda við handilstiltøkum.
31.03.2022 - 19:14

Lógaruppskotið, sum skal geva landsstýrinum heimild at seta tiltøk í verk móti Russlandi, er nú borið í løgtingið. Men støðan hjá landsstýrinum er enn hin sama:

-Føroyar skulu ikki ganga á odda við handilstiltøkum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Í Javnaðarflokkinum og Tjóveldi halda tey nakað annað, Føroyar eiga at taka stig til at steðga samhandlinum Russland. Í Framsókn hella tey sama veg.

Nýggja heimildarlógin verður væntandi løgd fyri løgtingið týsdagin í næstu viku. Landsstýrismaðurin lovar at taka løgting og uttanlandsnevndina við uppá ráð, um hann fær hesa heimildina.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040