Samskipari settur á Javnstøðuskrivstovuni

Samskipari settur á Javnstøðuskrivstovuni
Brandur Mortensen Nolsøe tekur við starvinum 2. mai
Í starvinum sum samskipari fer Brandur Mortensen Nolsøe m.a. at vera skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia.
 
01.04.2022 - 15:50

Nýggjur samskipari er nú settur á Javnstøðuskrivstovuni í Almannamálaráðnum.

Tað er Brandur Mortensen Nolsøe, ið er 31 ára gamal og útbúgvin sosiologur frá lærda háskúlanum í Lund. 

Javnstøðuskrivstovan er staðsett í Almannamálaráðum, sum varðar av lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn. 

Samskiparin er skrivari hjá Javnstøðunevndini og Demokratia. Arbeiðsøkið er millum annað at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál og at skriva frágreiðingar.

 

Vald eftir hvørt val

Javnstøðunevndin verður vald eftir hvørt løgtingsval og skal hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, og skal eisini gera tilmæli í javnstøðumálum.

Nevndin fyri Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, verður eisini vald beint eftir løgtingsval.

Brandur Mortensen Nolsøe byrjar í starvinum 2. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375