Putin størri undirtøku eftir innrásina í Ukraina

Putin størri undirtøku eftir innrásina í Ukraina
Russland vil vera við, at innrásin í Ukraina er avleiðing av fólkadrápinum móti tí partinum av fólkinum í Ukraina, sum tosar russiskt
Vladimir Putin hevur stóra undirtøku heima í Russlandi, vísa meiningakanningar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2022 - 15:10

Undirtøkan fyri russiska forsetanum, Vladimir Putin, er vaksin, síðani innrásin byrjaði í Ukraina.

Tað vísir fyrsta meiningakanning, sum er gjørd, síðani kríggið byrjaði.

Meiningakanningina hevur ikki-almenna Levada-miðstøðin gjørt, og hon vísir, at 83 prosent av russum stuðla Putin. 

Tað er stór framgongd síðani fyrst í februar, tá ið undirtøkan var 71 prosent.

Av teimum spurdu, svaraðu 15 prosent, at tey ikki taka undir við Putin, og tvey prosent høvdu onga meining um forsetan.

 

Innrásin er avleiðing av fólkadrápi

Eisini meiningakanningar frá Kreml-stuðlaðum kanningarmiðstøðum vísa, at Putin fær undirtøku frá 80 prosentum av teimum spurdu.

Russland vil vera við, at innrásin í Ukraina er avleiðing av fólkadrápinum móti tí partinum av fólkinum í Ukraina, sum tosar russiskt.

Hetta uppáhaldið bera almennar sjónvarpsrásir í Russlandi sínum hyggjarum dag og dagliga. 

Samstundis eru óheftir miðlar antin noyddir til gevast við sínum tíðindaflutningi, ella eru miðlarnir bannaðir eftir innrásina í Ukraina, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928