Samráðast aftur um Herjólf í dag

Samráðast aftur um Herjólf í dag
Íslendingar leita eisini eftir skipi, og teir vilja ikki lata føroyingum Herjólf, fyrr enn ein loysn er funnin
Herjólfur 3, sum ætlanin er at keypa at sigla farm saman við Smyrli og at avloysa Smyril, tá hann er í dokk.
Mynd: Vísir.is  
 
06.04.2022 - 11:05

Íslendska felagið, Vegagerðin, vil ikki lata føroyingum ferjuna, Herjólf 3, fyrr enn felagið hevur funnið eina aðra loysn á sínum egna flutningi.

Tí tekur tað so drúgva tíð at finna eina endaliga loysn, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Men hann sigur seg framvegis vænta, at ein loysn verður funnin, og partarnir skulu tosa saman aftur seinnapartin.

 

Lættari sagt enn gjørt

Hann sigur, at tað er lættari sagt enn gjørt at finna ferjur, sum kunnu sigla um okkara leiðir. Tað eru ferjur, sum eru bygdar í 70unum og fyrst í 80unum. Eftir tað eru ferjurnar bygdar til ávís økir og til at halda í eitt ávíst áramal. Tí er ikki lætt at finna ferjur, sum kunnu sigla um okkara leiðir.

Jóhan Petur Abraham sigur seg framvegis vóna, at ein loysn verður funnin, og at Strandferðslan sleppur at langtíðarleiga íslendsku ferjuna, so Smyril kann fara í dokk sum ætlað seinast í august.

Vónandi verður nýggja turrdokkin á Skála klár, tá Smyril skal í dokk næstu ferð, tí tað hevði hjálpt væl upp á støðuna, sigur rakstrarleiðarin.

 

Íslendingar hava áhuga fyri Teistanum, men hann má sigla, til koyrandi er í Sandoyartunlinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samráðast eisini um Teistan

Teistin er ein partur av samráðingunum við íslendska felagið, men hann má sigla, til Sandoyartunnilin er liðugur.

Tað er ikki óvist, at íslendska felagið kann nýta Teistan til sítt virksemi, um smávegis broytingar verða gjørdar, og tí er hann við í samráðingunum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.

Ætlanin er, at Herjólfur skal sigla saman við Smyrli á Suðuroyarleiðini og fyri Smyril, tá hann skal í dokk seint í summar.

Tá Herjólfur 4, sum kom fyri Herjólf 3, skal í dokk í oktober, fer Herjólfur 3 til Íslands at loysa av.  

 

Minni enn Smyril

Herjólfur 3 er bygdur í Noregi í 1992 og er 2.222 bruttotons. Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt, og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar.  Ferðin er 16,5 míl.

Talan er tí um eitt skip, sum er nakað væl minni enn Smyril.

Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin og 950 um summarið og 200 bilar ella 30 treilarar. Og Smyril kann sigla upp í 21 míl.
   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212