Avloysarin fyri Sandshavið kostar 17 mió. kr.

Avloysarin fyri Sandshavið kostar 17 mió. kr.
Kristrún og Sandshavið eru javngonul, men Kristrún er størri og hevur eisini frystilast
Kristrún, sum felagið, ið eigur Sandshavið, hevur keypt úr Íslandi.
Mynd: Marine Traffic  
 
08.04.2022 - 08:43

Skipið, sum felagið,  ið eigur línuskipið Sandshavið, hevur keypt, kostar 17 mió. kr.

Tað skrivar mbl.is.

Talan er um Kristrún úr Reykjavík. 

Kristrún og Sandshavið eru javngomul, bygd í 1988, men Kristrún er nógv størri enn Sandshavið og hevur frystilast.

Tað hevur Sandshavið ikki.

Reiðaríið í Reykjavík, sum nú hevur selt sandoyingum Kristrún, fekk eitt nýggjari skip í november í fjør.

Tað er bygt í 2001 og keypt úr Noregi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025