Hilmar Eliasen ikki longur stjóri á Strandfaraskipum Landsins

Hilmar Eliasen ikki longur stjóri á Strandfaraskipum Landsins
Stjórin á Strandfaraskipum Landsins hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við Fíggjarmálaráðið um, at hann fer úr starvinum. Ikki er greitt, um Hilmar Eliasen er uppsagdur
Hilmar Eliasen, sum her er avmyndaður í sambandi við at Erla Kongsdóttir varð doypt, er ikki longur stjóri á SSL
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2022 - 12:07

Stjórin á SSL, Hilmar Eliasen, er farin frá.

Tað váttar Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum ikki vil upplýsa, um stjórin sjálvur hevur sagt seg úr starvi, ella um hann hevur loyst nú fyrrverandi stjóran úr starvi.

Partarnir hava tó gjørt eina fráfaringaravtalu, váttar landsstýrismaðurin, sum ikki vil siga meira um málið júst nú.

 

Stjóri síðani 2014

Hilmar Eliasen tók við sum stjóri á SSL 1. juni í 2014.

Nógv rok hevur verið um SSL síðstu tíðina, millum annað vegna bíleggingarskipanina, sum ikki var boðin út, og sum er komin í drag.

Jóan Petur Abrahamsen er í løtuni virkandi stjóri á Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Hósdag 9. juli
Morgunlestur hósdagur
210654
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523