Her er fráfaringaravtalan hjá SSL-stjóranum

Her er fráfaringaravtalan hjá SSL-stjóranum
Løn í átta mánaðir er tað, ið Hilmar Eliasen fær, nú hann fer úr starvinum sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins
 
11.04.2022 - 16:47

Nú fyrrverandi stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, fær løn svarandi til tað, sum eftir er av árinum í ár.

Tað er løn í átta mánaðir.

Tað sæst í fráfaringaravtaluni, sum Fíggjarmálaráðið og Hilmar Eliasen hava undirskrivað í dag, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

 

Samdir um at steðga samstarvinum

Kringvarpið hevur verið í samband við bæði Hilmar Eliasen, fyrrverandi stjóra í SSL, og Una Rasmussen, landsstýrismann í samferðslumálum.

Men ongin teirra vil upplýsa hvør ítøkiliga orsøkin er til, at Hilmar Eliasen nú gevst sum stjóri.

Báðir partar siga, at teir eru samdir um at steðga samstarvinum nú.

Fráfaringaravtalan merkir, at Hilmar Eliasen er frítt stillaður frá í dag av, men skal tó vera tøkur at ráðgeva og svara spurningum um ivamál hjá Stranferðsluni fram til 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938