Ukraina hevur nú handað ES umsókn um limaskap

bannari
Ukraina hevur nú handað ES umsókn um limaskap
ES skal nú taka støðu til, um Ukraina kann fáa limaskap í samveldinum
Volodymyr Zelenskyj hevur nú svarað teimum spurningum, sum ES hevur sett Ukraina í sambandi við ukrainsku umsóknina um limaskap
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.04.2022 - 08:17

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, handaði í gjár ES umsókn um limaskap, og hann vónar skjóta viðgerð.

Zelenskyj hitti í gjár Matti Maasikas, sum júst er tilnevndur ES-sendiharri í Ukraina, har hann handaði tvey bind við svarum upp á spurningar viðvíkjandi ukrainskum ES-limaskapi. 

Spurningarnar fekk ukrainski forsetin frá leiðaranum í ES-kommisjónini, Ursula von der Leyen, tá hon vitjaði í Kyiv fyrr í mánaðinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV