USA styrkir ukrainsku loftverjuna

bannari
USA styrkir ukrainsku loftverjuna
Ukraina hevur fingið stríðsflogfør og eykalutir í eini royndi at styrkja loftverjuna hjá landinum, sigur Pentagon, sum tó avsannar, at tað er USA, ið stendur aftanfyri
John Kirkby, talsmaður fyri Pentagon
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
20.04.2022 - 07:29

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, upplýsir, at Ukraina hevur fingið stríðsflogfør og eykalutir fyri at styrkja loftverjuna, skrivar Reuters.

- Ukraina hevur fingið fleiri flogfør og eykalutir, so landið kann senda fleiri stríðsflogfør á flog, sigur John Kirby, talsmaður hjá Pentagon.

John Kirby avsannar samstundis, at tað er USA, sum hevur latið Ukraina flogførini, men váttar kortini, at USA hevur hjálpt til við flutningi og einstøkum eykalutum til flogførini.

Ukraina hevur fleiri ferðir heitt á vesturheimin um at lata teimum stríðsflogfør. 

stríðsflogfar

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659