Mette Frederiksen er á vitjan í Kyiv

bannari
Mette Frederiksen er á vitjan í Kyiv
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er farin á vitjan í Kyiv, har hon skal hittan Zelenskyj, skrivar TV2 á heimasíðuni
Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.04.2022 - 08:04

Í dag fer danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, at vitja Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. 

Mette Frederiksen er longu í Kyiv saman við spanska forsætisráðharranum Pedro Sanchez. 

Vitjanin er ein av fleiri meinlíkum vitjanum í ukrainska høvuðsstaðnum seinastu vikurnar, og tað letur til, at hetta er nakað, ið hevur stóran týdning fyri forsetan í Ukraina, sigur Rasmus Tantholdt, sum er útsent tíðindafólk fyri TV2, og í løtuni er í Kyiv. 

"Hóast Zelenskyj er glaður fyri vitjanirnar, so er tað tó meira umráðandi fyri hann, at hesar vitjanir eisini merkja, at hann fær meira stuðul," sigur Rasmus Tantholdt.

 

Hugtikin av Zelenskyj

Í sambandi við vitjanin í Kyiv, so hevur Mette Frederiksen sagt, at hon er hugtikin av Zelenskyj og ukrainska fólkinum, sum vísir so stórt dirvi og stóra mótstøðu í hesum ógrundaða krígnum. 

"Eg gleði meg at møta Zelenskyj, og míni boð til hansara fara at vera, at Danmark framhaldandi fer at hjálpa Ukraina. Vesturheimurin stendur saman í stuðlinum til ukrainska fólkið," sigur Mette Frederiksen í einum tíðindaskrivi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635