Vend í hurðini á psykiatriska deplinum

22.04.2022 - 18:37
InnlendisHeilsa
Vend í hurðini á psykiatriska deplinum
Sálarsjúk verða vend í hurðini í heilsuverkinum. Avvarðandi og sálarsjúk standa nú fram og lýsa somu støðu - at hjálpin ikki er har, tá ið harðast leikar á

47 ára gamla Hanna Pallsdóttir Vang hevur sálarsjúkuna bipolar. Hon hevur eisini persónsórógv og angist og er júst nú í tí, sum tey avvarðandi rópa einum ógvusligum aldudali, og hevur tí vent sær til heilsuverkið fyri at fáa hjálp.

Eftir at hava tosað við fleiri kommunulæknar, læknavaktir og at hava verið vend í hurðini á psykiatriska deplinum, vendi hon sær í gjár til Sinnisbata. Og Sinnisbati hevði eini ráð - far á Skaðastovuna, tí har kunnu tey ikki venda tær í hurðini. Men tað bleiv hon.

Hendan søgan er ikki tann einasta av sínum slagi. Jóan Magnus Magnusson hevur bipolar, PTSD og ótta, og hann kennir væl til støðuna, sum systir Honnu, Elisa Vang, lýsir. Til tíðir hevur hann verið so illa sjúkur, at hann hevur leitað sær hjálp. Seinast var í desember í fjør, tá ið hann var so illa fyri, at hann ikki sá annan útveg enn at verða innlagdur. Men hann varð eins og systir Elisu Vang, sendur heim aftur.

Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Men hann sigur í skrivligum svari, at tað harmar tey á Landssjúkrahúsinum, tá ið sjúklingar og avvarðandi ikki eru nøgd við tær tænastur, tey fáa.

- Av tí at talan er um persónsmál, kann Landssjúkrahúsið tó ikki at gera viðmerkingar til tað, ið tann avvarðandi ber fram. Generelt kunnu vit kortini siga, at tað altíð er ein lækni, ið metir um sjúklingurin eigur at verða innlagdur á Psykiatriska depilin.

Sum málið er lýst, so eru nøkur viðurskifti í tilgongdini, sum vit ynskja at kanna nærri. Til dømis samstarvið millum Landssjúkrahúsið og læknavaktina, sum Heilsutrygd varar av, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Heldur ikki Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil gera samrøðu í dag, men hann sigur, at hann fer at krevja eina frágreiðing frá landssjúkrahúsinum um málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066