P/f Skálafjarðartunnilin nýggjan stjóra

bannari
P/f Skálafjarðartunnilin nýggjan stjóra
Jan Jakobsen, stjóri í Lív, er nú eisini stjóri í Skálafjarðartunlinum, sum Lív eigur. Hann tekur við eftir Olav Skaalum Guttesen, deildarleiðara í Eik Banka
 
17.07.2013 - 08:15
Eik átti helvtina av Skálafjarðartunlinum. Men fyrr í summar keypti Lív Eik úr partafelagnum, sum varð stovnað í 2006 við tí endamáli at byggja og reka fast samband millum Eysturoy og Suðurstreym og millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. 
 
Jan Jakobsen er eisini komin í nevndina í P/f Skálafjarðartunlinum fyri Poul Christoffur Thomassen, sum eitt skifti var stjóri í Lív. 
 
Partapeningurin í Skálafjarðartunlinum er 11, 8 milliónir krónur.
 
Hóast P/f Skálafjarðartunnilin ikki longur kann fullføra endamálið, sum felagið varð stovnað at fremja, hevur tað ikki einki virði. Tað gjørdi nakrar forkanningar, millum annað kannaði tað havbotnin, har sum ætlanin var at bora tunnilin. 
 
Hesar kanningar og hendan vitanin hjá felagnum er til sølu. Og Lív, sum eigur kanningarnar og vitanini, tí Lív eigur Skálafjarðartunnilin, eigur 20 prosent í felagnum, sum liggur fram við og hevur uppskot um sáttmála við landsstýrismannin í innlendismálum um at sleppa at gera og eiga tunnilin.
 
Landið eigur framvegis Lív 100 prosent.  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715