Rættarnevndin spyr um náttúruverndarlógina

Rættarnevndin spyr um náttúruverndarlógina
Nevndin spyr m.a. landsstýrismannin, um uppskotið umfatar ferðavinnu og spurningin um gongd í haga
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, er biðin at svara spurningum frá Rættarnevndini um náttúruverndarlógina.
 
26.04.2022 - 08:23

Rættarnevndin hjá løgtinginum vil hava meira at vita frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, um náttúruverndarlógina, sum nevndin viðger í løtuni.

Hon hevur tí sent landsstýrismanninum 11 spurningar um lógaruppskotið.

Rættarnevndin spyr millum annað, um uppskotið umfatar ferðavinnu og spurningin um gongd í haga.

Hon spyr, tí í lógaruppskotinum eru tikin fyrilit viðvíkjandi mentanarligum ella upplivingarligum virðum.

 

Epli, kál og gularøtur

Rættarnevndin spyr eisini, hví pengar kunnu krevjast frá fólki uttan rættarúrskurð.

Og nevndin spyr, um lógin fer at ávirka møguleikarnar hjá eigarum og festarum at velta epli, kál, gularøtur og annað til egna nýtslu ella til vinnuliga nýtslu, og um eigarin tá skal hava loyvi til slíkt virksemi.

Og haraftrat, um lógin fer at avmarka verandi brúk av uttangarðsjørð, serliga møguleikan at taka fugl og skjóta haru, brúka áir og vøtn og onnur lunnindi, sum jørðin hevur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424