Bretland strikar toll og avgjøld á vørum úr Ukraina

bannari
Bretland strikar toll og avgjøld á vørum úr Ukraina
Hetta verður gjørt eftir beinleiðis áheitan frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj
Boris Johnson, forsætisráðharri, sigur, at stjórnin fer at gera alt, sum hon er ment, fyri at stuðla ukrainska stríðnum móti ógrundaðu innrásini hjá Vladimir Putin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.04.2022 - 08:45

Bretland strikar allan toll og øll avgjøld á vørum úr Ukraina. Samstundis verður bann sett fyri at innflyta enn fleiri vørur úr Russlandi.

Tollur og avgjøld verða strikað á týdningarmiklum vørum sum bygg, hungangi og flogfenaði. 

Hetta verður gjørt eftir beinleiðis áheitan frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Bretska stjórnin sigur í fráboðan, at hon framhaldandi fer at gera alt, sum hon er ment, fyri at stuðla ukrainska stríðnum móti ógrundaðu innrásini hjá Vladimir Putin.

Samstundis ávarar Bretland um, at møguliga verður bann sett fyri at útflyta vørur og tøkni, sum Russland kann brúka í stríðnum at berja niður ukrainska fólkið. Talan kann vera um elektronikk, sum kann brúkast til møguligt eftirlit.

 

Fíggja útbúgving av heilsustarvsfólki

Sambært Sky News, fer Bretland at senda 22 sjúkrabilar, útgerð og fígging til at útbúgva læknar og sjúkrarøktarfrøðingar til Ukraina.

Sjúkrabilarnir verða sendir úr Bretland fyrsta dagin, skrivar Sky News.

Bretland hevur longu sent 40 brandbilar til Ukraina.

Bretska stjórnin flytur eisini 300.000 bretsk pund, góðar 2,6 milliónir krónur, til heilsuhjálparfelagsskapin, UK-Med. 

Peningurin skal brúkast til at útbúgva ukrainskar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

- Sjúkrabilarnir, brandbilarnir og fíggingin til heilsustarvsfólk, sum er kunngjørd í dag, fara at gera ukrainska fólkið betri ført fyri at veita lívsneyðuga hjálp og bjarga mannalívum, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, í gjár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751