Politikkur fyri Arktis liðugur í ár

Politikkur fyri Arktis liðugur í ár
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Eyðdis Hartmann Niclasen um Arktis
Eyðdis Hartmann Niclasen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Sambandsflokkin, hevur fingið svar frá Jenisi av Rana, landsstýrismann, um arktiska strategi.
 
26.04.2022 - 10:53

Í løtuni verður mett um, hvørja ávirkan innrásin í Ukraina og avleiðingarnar av henni, kunnu fáa á samstarvið millum londini í Arktis, serliga í Arktiska ráðnum.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, í svari til Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum.

Hann sigur, at samstarvið í Arktis verður raðfest frammarlaga í landsstýrinum, og Føroyar hava virknan lut í arbeiðnum í Arktiska ráðnum. 

Arbeitt verður við at orða sjálva strategiina ella politikkin fyri Arktis, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt seinni í ár.

 

Samstarvið í Arktis verður raðfest frammarlaga, og Føroyar hava virknan lut í Arktiska ráðnum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Føroysk áhugamál stýra

Tað eru altíð føroysk áhugamál, sum stýra uttanríkispolitisku kósina, eisini í Arktis, sigur Jenis av Rana.

Endalig støða er ikki tikin til, um ein arktisk strategi ella politikkur verður skipað sum ein frágreiðing til løgtingið, ið kann verða grundarlag undir aðalorðaskifti.

Jenis av Rana sigur, at danska stjórnin hevur eisini arbeitt fyri felags strategi fyri alt ríkið, og Føroyar hava latið sítt ískast til hesa tilgongd, men eina tíð hevur verið stígur í arbeiðnum.

Tí er ógreitt, hvørja lagnu tann ætlanin fær, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, í svarinum til Eyðdis Hartmann Niclasen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444