Landsstýrismaðurin: Arbeiða við at finna pengar til Almannaverkið

Landsstýrismaðurin: Arbeiða við at finna pengar til Almannaverkið
Skert verður longu í viðlíkahaldi og rakstrartólum, m.a. bilum, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Sirið Stenberg og Sólvit Nolsø vóru í Breddanum fyrrapartin og skiftu orð um støðuna í Almannaverkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen og Gilli Brend í Hoyvík.  
 
27.04.2022 - 11:07

Almannaverkið fær helst nakað av pengum afturat, so sparingin á stovninum ikki verður so stór.

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at arbeitt verður við málinum:

 

1523924

 

Undir fíggjarlógararbeiðinum fekk Almannaverkið nakað minni av pengum, enn biðið varð um.

Avleiðingin er nú, at ávísar tænastur mugu skerjast.

Landsstýrismaðurin upplýsti í svari til tingkvinnuna, Sirið Stenberg, í gjár, at leiðslan í Almannaverkinum roynir nú at tryggja, at sparingarnar raka so fáar borgarar sum møguligt.

Onnur stig eru eisini tikin.

 

 

Skerja viðlíkahald

Tað verður skert í viðlíkahaldi og rakstrartólum, so sum bilum, sum fer at bera við sær økt slit av bygningum og bilum.

Eisini verður skert í førleikamenningini av starvsfólkum.

Tað fer við tíðini at ávirka tænastustigið til tað verra, og tað fer at skapa verri trivnað millum starvsfólk.

 

Syndarligar sparingar

Sirið Stenberg heldur, at sparingarnar eru syndarligar fyri familjurnar, sum verða raktar:

 

1523923


 
Orðaskiftið var millum Sólvit Nolsø, landsstýrismann í almannamálum, og Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, í Breddanum fyrrapartin.

Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762