Herjólfur 3 kemur til Føroya í summar

Herjólfur 3 kemur til Føroya í summar
Enn er onkir smálutir at avgreiða, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður, sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni
Fyrstu tíðina fer Herjólf 3 at sigla farm aftrat Smyrli, men tá Smyril fer í dokk, fer Herjólf at avloysa á Suðuroyarleiðini.
 
27.04.2022 - 14:26

Ferjan "Herjólfur 3" verður væntandi í Føroyum um mánaðarskiftið juni-juli.

Tað væntar Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, eftir samráðingar við íslendska felagið, Vegagerðin, sum eigur skipið. 

- Onkrir smálutir eru eftir at avgreiða, áðrenn sáttmálin kann undirskrivast, sigur hann.

Strandferðslan ætlar, at "Herjólfur 3" skal í sigling um Suðuroyarfjørð, fyrst og fremst sum farmaskip afturat Smyrli, 3-4 dagar um vikuna. 

Men tá Smyril skal í dokk, ætlandi seinast í august, skal "Herjólf 3" røkja ferðafólkasiglingina um Suðuroyarfjørð.

 

Til klassingar

"Herjólfur 3" skal til fimm ára klassing, og eisini skal koyrirampan aftan leingjast, áðrenn skipið kann brúkast á farleiðini millum Havnina og Krambatanga. 

Skipasmiðjan MEST og ein íslendsk skipasmiðja eru biðin um at geva tilboð upp á arbeiðið.

Harumframt skal bjargingarútgerðin dagførast, so hon lýkur krøvini í Føroyum. 

Strandferðslan ætlar at leiga "Herjólf 3", fyribils í umleið 15 til 17 mánaðir. Tó vil íslendski eigarin sleppa at brúka skipið sum avloysaraskip í Íslandi, nakrar vikur í oktober.

 

 

Ein manning

So skjótt, leiguavtalan er undirskrivað, fer Strandferðslan at søkja eftir manning til "Herjólf 3", upplýsir Jóhan Petur Abrahamsen. 

Sambært virkandi stjóranum skulu 12-13 fólk sigla við skipinum, men tørvur verður bara á einari manning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120