Veljarakanning í Íslandi: Stjórnin hevði fallið

Veljarakanning í Íslandi: Stjórnin hevði fallið
Stjórnarflokkarnir høvdu minst 12 altingssessir, um val var nú
Stjórnin hjá Katríni Jakobsdóttir, forsætisráðharra, hevði mist meirilutan, var altingsval nú.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.04.2022 - 08:29

Stjórnarflokkarnir í Íslandi missa undirtøku.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Prósent hevur gjørt fyri íslendska Fréttablaðið.

Kanningin, sum er gjørd í apríl, vísir, at stjórnin fær sløk 40 prosent, og hevði mist 12 altingslimir, um val hevði verið nú. Tað merkir, at stjórnin hevði fallið.

Sjálvstæðisflokkurin hevur størstu afturgongdina í kanningini, og Samfylking og Píratar hava størstu framgongdina.

 

Sjálvstæðisflokkurin størstur

Sjálvstæðisflokkurin er framvegis størsti flokkur við 18 prosentum av atkvøðunum, tað eru 6,4 prosentstig minni enn á valinum í heyst. 

Samfylkingin fær nakað minni, 16,8 prosent, og tað er framgongd samanborið við valið í heyst, tá flokkurin fekk sløk 10 prosent.

Piratar fáa 16,2 prosent, og tað er sjey prosentstig framgongd.

Sambært veljarakanningini fær Framsóknarflokkurin 12,4 prosent. Á valinum í heyst fekk flokkurin 17 prosent av atkvøðunum. 

 

Vinstrugrønu eisini afturgongd

Vinstragrøna rørslan, flokkurin hjá forsætisráðharranum, hevur eisini afturgongd. Hon fær 9,6 prosent í kanningini, og tað eru umleið trý prosentstig minni enn á valinum í heyst.

Viðreisn hevur framgongd, hálvt prosent, og hevði fingið ein tinglim í hesi kanningini, men Miðflokkurin og Flokkur fólksins missa undirtøku. 

Miðflokkurin hevði mist umboðanina í Altinginum, og Flokkur fólksins hevði mist ein tinglim.

Sosialistaflokkurin hevði hinvegin komið upp um sperrumarkið, sum er fimm prosent, um val hevði verið nú, og flokkurin hevði fingið tríggjar tingsessir.

63 fólk sita í Altinginum.

Kanningin er gjørd á netinum frá 13. til 26. apríl. 3.500 veljarar vóru spurdir, og gott helvtin svaraði.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329