Páll atkvøddi einsamallur fyri føroyagjaldinum

28.04.2022 - 13:20
InnlendisPolitikkur
Páll atkvøddi einsamallur fyri føroyagjaldinum
Sjálvt floksfelagarnir atkvøddu ikki fyri uppskotinum hjá partamanninum
Páll á Reynatúgvu atkvøddi einsamallur fyri sínum egna uppskoti um føroyagjald. Hini í Tjóðveldi, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu blankt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu um eitt føroyagjald til landskassan, so heildarveitingin úr Danmark kann minka, fekk lítla undirtøku, tá atkvøtt var um tað í tinginum týsdagin.

Sjálvt floksfelagarnir hjá uppskotssetaranum í Tjóðveldi atkvøddu ikki fyri. Tey atkvøddu blankt, meðan samgongutingfólk atkvøddu ímóti.

Bara Páll á Reynatúgvu atkvøddi fyri uppskotinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360