Hetta kann gerast árið hjá Marius DC

Hetta kann gerast árið hjá Marius DC
SEMENT22: "Hetta er mítt ár," staðfesti Marius DC í einum av sínum sangum, og nógv bendir á, at ungi havnarmaðurin kann fáa rætt í sínari engu forsøgn
Marius DC møtti upp til Sement í ár við bólki og einans føroyskum sangum, og tað klæðir unga havnarmanninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 23:30

Marius DC er erligur, men sanniliga eisini herligur. 

Ungi rapparin úr Havn møtti upp til Sement í ár við bólki og bara føroyskum sangum, og tað hevur klætt honum væl. Og Marius DC var eins sannførandi í finaluni, sum hann var í undanumfarinum. 

Marius vendir rangan út í sínum tekstum, og hann rappar um tað, ið hann upplivir í sínum gerandislívi. "Eg eri ikki bangin fyri tær, tú ert bara ein babyrokkari," nærmast spýtti Marius út, sum hevur lagt eitt sindur av punki afturat sínum úttrykki. 

Marius gevur longutong til tað mesta, og í kvøld sendi hann eisini eina heilsu til Sement-dómararnar í fjør, sum høvdu sagt við hann, at hann ikki var nóg erligur í sínum úttrykki. Og um nakar ivaðist í, um Marius DC meinar tað, ið hann rappar um, so er tað sligið fast við sjeytumma seymi í Sement í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542