Bummgjaldið verður verandi

Bummgjaldið verður verandi
Bummgjaldið í Norðoya- og Vágatunlunum verður ikki strikað á hesum sinni. Samgongan var annars samd um hetta, men nú er málið strandað
05.05.2022 - 18:08

20 krónur gjaldið verður verandi.

Tað er greitt, nú tingið er á veg í summarsteðg og málið um, at strikað gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin IKKI kemur aftur í tingsalin úr fíggjarnevndini, áðrenn tingfólk fara til hús í annaðkvøld.

Tað er formaðurin í fíggjarnevndini, ið ikki vil hava málið aftur í tingið.

Samgongan hevði annars avtalað ein sokallaðan samferðslupakka, har Suðuroyggin skuldi fáa eitt skip afturat, har tunnilsgjaldið í eysturoyartunlinum skuldi lækka og har gjaldið í Vágatunlinum og Eysturoyartunlinum skuldi hvørva. Tey fyrstu tingini eru avgreidd, men ikki avtøkan av bummgjaldinum.

Tunnilsgjaldið er 20 krónur aftur og fram í hesum báðum tunlunum, um tú hevur eitt hald. Ferðast tú til arbeiðis. fært tú ferðaendurgjald uppá 8 krónur og 45 oyru hvønn vegin. Tað vil siga, at tú í veruleikanum rindar 3 krónur og 10 oyru fyri at koyra til arbeiðis gjøgnum hesar báðar tunlarnar. Men fyri fleiri politikarar er talan um eitt prinsipp og eina avtalu, sum nú er brotin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424