Breddin: Koltursætlan og vakmyndatól í Havn

Breddin: Koltursætlan og vakmyndatól í Havn
Koltursætlanin verður mett at kosta 65 mió. kr. Bjørn Patursson, bóndi, og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, skifta orð um ætlanina
Bjørn Patursson, bóndi í Koltri. Ætlanin er at gera eina serliga ætlan fyri Koltur, sum verður mett at kosta 65 milliónir kr.
 
06.05.2022 - 09:11

Løgtingið fer í dag at samtykkja heimild til landsstýrið at játta níggju milliónir krónur til sonevndu koltursætlanina hjá Tjóðsavninum.

Játtanin er treytað av, at Tjóðsavnið fær uttanhýsis fígging til restina av ætlanini, sum í alt er mett kosta 65 milliónir krónur. Koltursætlanin fevnir um varðveiting og nýbygging av býlingum í Koltri og um at endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri.

Vit tosa við bóndan í oynni, Bjørn Patursson, um hvat gerast skal í Koltri, og fáa stjóran á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, í útvarpsstovuna at greiða nærri frá leiklutinum hjá Tjóðsavninum í ætlanini.

 

Herleif Hammer stjóri á Tjóðsavninum.

 

Náttarlív og vakmyndatól

Eftir nógvar harðskapstilburðir í náttarlívinum í Havn, hava politistafelagið og onnur við teimum sett fram ynski um at fáa sett upp vakmyndatól í miðbýum. Eitt nú uttan fyri dansistøð, og har nógv fólk annars møtast um vikuskiftið. Hetta hevur Dátueftirlitið avvíst, tí lógarheimild er ikki fyri tí. 

Ein, sum sigur seg stuðla politistafelagnum og teimum, sum vilja hava vakmyndatól, er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann heldur, at borgararnir í kommununi skulu kenna seg tryggar, tá teir eru í býum. Og kunnu vakmyndatól vera við til at skapa størri tryggleika, ja, so eigur kommunan at fáa loyvi til at seta slík upp. Borgarstjórin vil hava løgmann at taka stig til at fáa neyðugu lógarheimildina úr Løgtinginum um loyvi til at seta upp vakmyndatól. 

Ruth ímóti

Ruth Vang, býráðslimur og løgtingslimur, er hinvegin hart ímóti, at kommunan fær loyvi til at seta upp vakmyndatól í býarrúminum. Hon heldur, at rætturin til eitt privatlív eigur at viga tyngri, enn tað at geva politinum loyvi til yvirvaking av borgarum í býarlívinum. Hetta líkist viðurskiftum í totaliterum statum, har myndugleikarnir brúka hetta sum høvi til at halda eyga við sínum borgarum, sigur hon. 

Vit fáa teir báðar Bjarna Kárason Petersen, floksfelaga hjá Ruth Vang, sum er stødd uttanlands, og Heðin Mortensen, borgarstjóra, í útvarpsstovuna at venda spurninginum um vakmyndatól.

Hoyr alla sendingina her:

1525895


Breddin í útvarpinum
Týsdag til fríggjadag
Kl. 10

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190