Ongin ísur við Norðpólin í 2054

Ongin ísur við Norðpólin í 2054
Um 40 ár ella so verður eingin ísur við Norðpólin í september mánaði
Verður tað, sum granskingarfólk vænta, so verður ongin ísur á Norðpólinum í september mánaði í 2054.
 
19.07.2013 - 10:15

Tað sigur ein forsøgn hjá amerikonskum og kinverskum granskarum. Forsøgin sigur, at eina ferð millum ár 2054 og 2058 verður eingin ísur við Norðpólin í september eftir at ísurin er tinaður um summarið

Um onki verður gjørt
Tað hendir, um líka nógv skaðilig evni sum higartil sleppa at ávirka veðurlagið.  Granskararnir halda, at ísurin kann hvørva í nakrar mánaðir hvørt ár.

Aðrir granskarar hava mett, at ísurin við Norðpólin hvørvur eina ferð millum 2015 og 2100.

Orsøkin er, at CO2 útlátið er so stórt, at veðurlagið gerst lýggjari sum frá líður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195799
Týsdag 19. august
Veðrið
195771
Týsdag 19. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
195740
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712