- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein granni ger innrás
Ein granni ger innrás 4:4
20-05-2022
Friðarvarðveitandi herdeildir
Í eystara partinum av Ukraina er nógvur ófriður orsakað av knappliga stjórnarskiftinum. Avleiðingarnar av Euromaidan rørsluni og russiska annekteringin av Krim hálvoynni síggjast aftur í økinum. Í átta ár herjar borgarakríggj í Eysturukraina. Á leið 15.000 fólk lata lív í ógvusligu bardøgunum. Umheimurin vil ikki viðurkenna útbrótaralýðveldini Donetsk og Luhansk, men so knappliga - 21. februar í ár - viðurkennir Vladimir Putin røvararepublikkirnar. Sama dag verða russiskar friðarvarðveitandi herdeildir sendar til Donbas.
Ein granni ger innrás
Hvønn dag hoyra vit tíðindi frá ræðuleikunum í Ukraina. Men hví er tað kríggj? Og hví hevur Ukraina so stóran týdning fyri Russland?
Vit royna at koma við einum svari í hesi sendirøðini. Og fyri at svara mugu vit fyrst og fremst vita meira um tað langa søguliga sambandið millum Ukraina og Russland.
Í fýra sendingum kava vit niður í søguna hjá Ukraina - frá tá Sovjetsamveldið fall og Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land, og til 24. februar í ár, tá russiskar herdeildir fóru tvørturum ukrainska markið, og tað aftur varð kríggj í Evropa.
Arnfríð Joensen Dahl leggur til rættis.