Háisolatiónsstovurnar ikki gjørdar enn

18.05.2022 - 13:58
InnlendisSamfelag
Háisolatiónsstovurnar ikki gjørdar enn
Nú skulu ráðgevar fáa greiði á, hvussu stovurnar skulu gerast, og hvat tær fara at kosta
Gongst sum ætlað, verða háisolatiónsstovurnar í H-bygninginum eisini lidnar, tá bygnaðurin verður tikin í nýtslu næsta ár.

Ikki fyrr enn um nakrar mánaðir verður greitt, um sonevndu "háisolatiónsstovurnar" í nýggja H-bygninginum verða gjørdar.

Tøkniligar avbjóðingar fingu byggiharran, Landsverk, at steðga á.

Næstu mánaðirnar skulu ráðgevarnir fáa greiðu á, hvussu stovurnar skulu gerast, og hvat tær fara at kosta.

Pengar eru játtaðir til endamálið. Í 2017 samtykti løgtingið at játta 13,4 milliónir kr. til háisolatiónsstovurnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum. 

 

Sigurð Ó. Vang, leiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444