SEV rindað dótturfelagi fyri streym, sum ikki er latin á netið

19.05.2022 - 08:51
InnlendisSamfelag
SEV rindað dótturfelagi fyri streym, sum ikki er latin á netið
Niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini ger, at fíggjarliga grundarlagið undir vindfelagnum í Húshaga er viknað, sigur stjórin í SEV
Vindmyllurnar í Húsahaga. Vinnukærunevndin hevur nú gjørt endaliga niðurstøðu í málinum um prísavtaluna millum SEV og dótturfelagið.

SEV hevur rindað 6,2 milliónir krónur til vindfelagið í Húsahaga fyri streym, sum dótturfelagið ikki hevur latið út á netið.

Tað er niðurstøðan hjá Vinnukærunevndini, sum hevur tikið endaliga støðu til nógv umrøddu prísavtaluna millum SEV og dótturfelagið.

- Við hesi niðurstøðu er fíggjarliga grundarlagið undir vindfelagnum í Húsahaganum viknað, ásannar Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Avgerðin hjá Vinnukærunevndini er endalig í fyrisitingini. Men hon kann tó leggjast fyri Føroya Rætt.

Sambært Hákuni Djurhuus hevur SEV ikki viðgjørt niðurstøðuna niður í smálutir, og tí er eingin avgerð tikin, um farið verður víðari við málinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444