Royna eisini semju millum arbeiðsgevarar og arbeiðskvinnur í Havn

Royna eisini semju millum arbeiðsgevarar og arbeiðskvinnur í Havn
Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag samráddust til í gjár, men so var neyðugt at boðsenda semingsstovninum
Terje Sigurðsson, semingsmaður, er nú eisini komin upp í sáttmálatrætuna milum Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2022 - 08:31

Semingsstovnurin er nú eisini komin upp í samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Tá ið samráðingarnar við tey fimm arbeiðarafeløgini byrjaðu í apríl, samráddust øll arbeiðarafeløgini saman. 

Men sum samráðingarnar gingu, komu boð um, at arbeiðarafeløgini vóru farin sundur í tveir bólkar, og Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki longur var partur av samráðingunum hjá hinum fýra feløgunum, skrivar Vinnuhúsið.

Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur onga viðmerking til tað, sum Vinnuhúsið skrivar.

 

Vígdis Johannesen, forkvinna í arbeiðskvinnufelagnum í Havn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Semingsstovnurin boðsendur

Mánakvøldið var semingsstovnurin boðsendur, eftir at Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fýra feløgini máttu ásanna, at ov langt var millum partarnir til at finna semju um nýggjar sáttmálar. 

Eftir at hava tosað við partarnar, útsetti semingsstovnurin ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku, til á midnátt mánakvøldið.

Samráðingarnar við Havnar Arbeiðskvinnufelag hildu tó fram, men í gjár var semingsstovnurin boðsendur.

Semingsstovnurin hevur eisini í hesum førinum útsett ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542