Ukraina: Eingin vápnahvíld, meðan russar eru í landinum

bannari
Ukraina: Eingin vápnahvíld, meðan russar eru í landinum
Ukrainski forsetin væntar framvegis, at Ukraina fer at vinna á Russlandi á vígvøllinum
Ukrainskir myndugleikar halda, at ein vápnahvíld er nyttuleys, meðan russar hava hermegi í landinum, tí Russland fer at brúka vápnahvíldina at dubba seg í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.05.2022 - 12:18

Ukraina vísir øllum møguleikum aftur um vápnahvíld við Russland, meðan russiskar deildir eru í Ukraina.

Boðini koma frá ráðgevanum hjá Volodymyr Zelinskyj, forseta, Mykhajlo Podoljak, skrivar Reuters.

Ukrainska stjórnin fer heldur ikki at góðkenna nakra avtalu við Russland, um Ukraina skal lata landaøki frá sær.

Ráðgevin hjá Zelinskyj sigur, at russar gevast ikki við krígnum, um ein vápnahvíld fæst í lag. Kanska verður ein steðgur, men Russland fer at brúka tíðina til at dubba seg bæði við hernaðarligari útgerð og herfólki, sigur hann. 

 

Ongar friðarsamráðingar

Bæði Russland og Ukraina hava boðað frá, at friðarsamráðingarnar eru hildnar uppat, og russiskar tíðindastovur skriva, at eingin fundur hevur verið millum partarnar síðani 22. apríl.

Russiski herurin roynir nú at taka Donbas har eysturi í Ukraina, har landspartarnir Luhansk og Donetsk eru.

Ein amerikansk frágreiðing vil vera við, at Russland hevur gjørt framstig í økinum, og at landið nú hevur valdið í øllum Luhansk.

 

Volodymyr Zelinskyj, forseti í Ukraina. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ukraina fer at vinna

Ukrainski forsetin, Zelinskyj, segði í eini sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið, at Ukraina væntar framvegis at vinna á Russlandi á vígvøllinum.

Hann viðgongur, at mótstøðan er hørð í Donbas.

Zelinskyj sigur, at endi fæst bara á krígnum við samráðingarborðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730