Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
So leingi, roynt verður at finna semja, verður eingin arbeiðssteðgur
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2022 - 11:28

Semingsstovnurin heldur fram við semingsroyndini millum arbeiðsgevararnar og tey fýra arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman.

Partarnir fóru undir semingroynd fyrrapartin í gjár, tí sáttmálin var longdur til á midnátt í gjárkvøldið.

Og samráðingarnar halda fram við tey fýra feløgini, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

So leingi, roynt verður at finna semju, verður ikki arbeiðssteðgur, sigur hann.

Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum sjálvt roynir at gera nýggjan sáttmála, er eisini ein partur av virkseminum hjá semingsstovninum, og Havnar Arbeiðskvinnufelag og Semingsstovnurin skulu tosa saman klokkan eitt, sigur Terje Sigurðsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210