Neyðugt at broyta útberingina hjá Suðuroyar apoteki

Neyðugt at broyta útberingina hjá Suðuroyar apoteki
Nýggj KT-skipanin hjá Apoteksverkinum hevur við sær, at Posta nú fer at bera heilivág út í Suðuroynni
Posta fer nú at standa fyri at bera heilivág út í Suðuroynni. (Savnsmynd)
 
25.05.2022 - 12:40

Nýggja KT-skipanin hjá Apoteksverkinum ger, at verandi útbering frá Suðuroyar apoteki ikki ber til.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Henriki Old, løgtingsmanni, sum spurdi, hví tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar apoteki, ikki kann halda fram.

Posta skal bera út heilivágin í framtíðini. Posta ber út allan heilivág fyri Apoteksverkið, uttan í Suðuroynni.

Tó ber Posta út tann heilivágin, sum er í skamtposum frá Framleiðsluapotekinum. 

Apoteksverkið sigur, at bara Posta kann bera út heilivág til allar bygdir í Føroyum hvønn dag við teimum treytum, sum Apoteksverkið hevur til slíka útbering.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur seg ikki vita, at Posta skal hava aðrar tænastur í heilsuverkinum, sum privat feløg og einstaklingar í dag hava. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744