Herjólfur fer at seta Suðuroynna aftur í tíðina

Herjólfur fer at seta Suðuroynna aftur í tíðina
Neyðugt er at langtíðartryggja farleiðina til Suðuroyar, sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna
Herjólfur 3 skal avloysa Smyril, tá hann fer í dokk í summar.
 
25.05.2022 - 15:37

Ætlanin hjá Strandferðsluni at leiga íslendsku ferjuna Herjólf 3 til Suðuroyarsiglingina, fær ikki góða móttøku allastaðni í oynni.

Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur sett Una Rasmussen, landsstýrismanni, ein fyrispurning um málið.

Hon sigur, at loysnin við Herjólfi fer at seta suðuroyingar fleiri áratíggju aftur í tíðina.

Neyðugt er at langtíðartryggja farleiðina til Suðuroyar, sigur Sirið Stenberg.

Jonny Brynjolfsdóttir í Porkeri heldur eisini lítið um ætlanina. Hon væntar, at nógv fólk fara at setast aftur at fara um Suðuroyarfjørð.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1529720

 

Avloysaraskipið, Herjólfur 3, er munandi minni enn Smyril.

Skipið er 71 metrar langt og 16 metrar breitt og tekur 500 ferðafólk og 55 bilar. Ferðin er 16,5 míl.

Smyril kann taka 800 ferðafólk um veturin, og 950 um summarið og 200 bilar ella 30 treilarar, og siglir upp í 21 míl.

Jógvan Skeel Nolsøe legði til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489