Royna at finna semju um makrelbýtið næsta ár

Royna at finna semju um makrelbýtið næsta ár
Strandalondini hittast longu í juni til samráðingar makrelbýtið fyri 2023
Strandalongini miða eftir semju um makrelfiskiskapin fyri 2023 í oktober í ár
Mynd: Savnsmynd  
 
30.05.2022 - 08:57

Tvey samráðingarumfør um makrel vera í juni, 8. og 9.juni og 22. og 23.juni.

Hetta eru fjórða og fimta samráðingarumfar, síðani strandarlondini byrjaðu at samráðast í Havn í september í fjør.

Greitt er, at londini ikki kunnu semjast um býtið í ár.

Nú verður roynt at finna býtið í 2023.

 

Bretar hava framskundað samráðingarnar

Vanligt hevur verið, at strandarlondini hittast um heystið og tað er so tað, sama um tey eru ósamd.

Men nú hava bretar formansskapin. Og teir leggja stóra áherðslu á at finna semju, nú teir ikki longur eru i ES.

Ósemjan um býtið ger, at nógv meiri makrelur verða fiskaður enn ICES mælir til, tí hvørt landið sær ásetur sær kvotu.

Heildarveiðan 140 prosent í fjør

Í 2020 var heildarveiðan 120 prosent av tilmælinum hjá ICES, og í fjør var hon 140 prosent.

Talan er um ávikavist 182.000 tons og 345.000 tons.

Eftir samráðingarfundin, sum var í mars, segði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at hann fór at áseta føroysku makrelkvotuna fyri 2022.

Eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum verður kvotan kunngjørd.

Kvotan er ikki ásett enn.

Makrelur

Frítekst tagging: 

 

Miða eftir semju í oktober

Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg eru við í samráðingunum hjá strandarlondunum um makrel.

Londini miða eftir at fáa semju um makrelbýtið í 2023 í seinasta lagi á ársfundinum í oktober.

Í desember í fjør blivu londini samd um at fiska 795.000 tons av makreli í ár.

Hetta er tað sama, sum ICES mælir til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650