Utøya skjótt gloymd

Utøya skjótt gloymd
Um fimm ella 10 ár fara vit ikki at geva degnum 22. juli stórvegis gætur
Søgufrøðingur heldur, at mongu drápini á Utøya í Noregi fara ikki at fylla nógv í søgubókunum.
 
22.07.2013 - 11:30

Tað sigur Poul Villaume, søgufrøðingur á Københavns Universitet, nú tað eru tvey ár liðin, síðan 69 ungfólk vóru skotin til deyðis á Utøya.

Hann sigur við danska Berlingske, at hendingin fer ikki at ávirka søgubøkurnar sum frálíður. Orsøkin er serliga, at brotsmaðurin var einsamallur um brotsgerðina, og at hendingin ikki var partur av einum størri samstarvi, sum tildømis yvirgangsatsóknin í USA tann 11. september. Utøya var ein einstøk hending, og tann støðan ger, at 22. juli verður bara ein fótnota í søgubókunum, sigur hann.

Søgufrøðingurin sigur kortini, at tað er umráðandi at umrøða ársdagarnar næstu fáu árini.

- Tað er eitt gott høvi at hugsa um ræðuleikan, sum hevði stóra ávirkan á norsku tjóðina. Tað eru slíkar dagar, at vit spyrja, hvat samfelag, vit vilja hava. Norðmenn svaraðu beinanvegin yvirganginum við tolsemi og opinleika, og tað var við til at vinna á ræðuleikanum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138