Radarin: Framsókn umhugsar misálit á landsstýrismannin

Radarin: Framsókn umhugsar misálit á landsstýrismannin
Tað eigur at fáa avleiðingar fyri Jenis av Rana, um avtalan um radaran verður undirskrivað, sigur Bjarni Kárason Petersen
Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur handfarið radaramálið illa.
 
02.06.2022 - 12:20

Verður avtalan um radaran undirskrivað, umhugsar Framsókn at reisa misálit á landsstýrismannin.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, sum heldur handfaringina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, verða óvanliga grova og respektleysa:

 

1531293

 

 

Sum tingmaður heldur hann, at tað eigur onkursvegna at fáa avleiðingar fyri landsstýrismannin, um avtalan verður undirskrivað.

- Hetta brýtur við allar siðvenjur og meginreglur um fólkaræði og opinleika sigur Bjarni Kárason Petersen:

 

1531295

 

Bjarni Kárason Petersen hevur verið við, tá málið er umrøtt í uttanlandsnevndini.

Hann heldur ikki, at har eru upplýsingar, ið ikki tola dagsins ljós.

Samstundis er radaramálið dúgliga umrøtt í fjølmiðlunum og almenna rúminum annars:

 

1531298

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858