Misálit á SSL, um annað skip verður funnið fyri Herjólf

02.06.2022 - 13:08
Innlendis›Samfelag
Misálit á SSL, um annað skip verður funnið fyri Herjólf
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sigur, at Herjólfur III verður ofta ov lítil til bæði ferðafólk og farm
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ber til at finna eitt avloysaraskip, so er tað eitt misálit á Strandferðsluna, sum higartil hevur sagt, at tað er ómøguligt at finna annað hóskandi skip enn Herjólf III at avloysa fyri Smyril.

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, sum eisini er partamaður hjá landsstýrismanninum í samferðslu- og fíggjarmálum, Una Rasmussen.

Sambært landsstýrismanninum í samferðslu- og fíggjarmálum, vísa hagtølini, at talan er um tríggjar túrar, har tað hava verið fleiri fólk, enn Herjolf III fær tikið.

Hesi hagtølini eru ikki eftirfarandi, heldur Jacob Vestergaard.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891