Makrelkvotan verður ásett í hesum mánaðinum

Makrelkvotan verður ásett í hesum mánaðinum
Strandarlondini samráðast í tveimum umførum í juni
Seinni í hesum mánaðinum verður greitt, hvussu nógv makrel, føroysku uppsjóvarskipini kunnu fiska.
Mynd: Varðin  
 
03.06.2022 - 08:23

Føroyska makrelkvotan fyri 2022 verður ásett hálvan juni ella stutt eftir tað.

Bíðað verður eftir, hvat norska kvotan verður, og hon er heldur ikki ásett enn.

Men skipini, sum plaga at fiska makrel, kunnu byrja longu nú, tí tey hava fingið tað flutt, sum tey ikki fiskaðu í fjør, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður.

Uppskotið um kvotu skal í Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn tað verður almannakunngjørt.

 

Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Tvey samráðingarumfør

Tvey samráðingarumfør hjá strandarlondunum um makrel vera nú í juni, 8. og 9.juni og 22. og 23.juni.

Hetta eru fjórða og fimta samráðingarumfar, síðani strandarlondini byrjaðu at samráðast í Havn í september í fjør.

Greitt er, at londini ikki kunnu semjast um býtið í ár. Nú verður roynt at finna býtið í 2023.

Í desember í fjør blivu strandarlondini samd um at fiska 795.000 tons av makreli í ár.

Hetta er tað sama, sum ICES mælir til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815