Nógv ferðsla í undirsjóvartunlunum

Nógv ferðsla í undirsjóvartunlunum
5.220 akfør koyrdu í Eysturoyartunlinum í mai, og tað er tað mesta higartil
Størri ferðsla var í øllum trimum undirsjóvartunlunum í mai enn í apríl.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2022 - 08:48

Nógv ferðsla var í undirsjóvartunlunum í mai.

Í Eysturoyartunlinum var miðaltalið 5.220 akfør, tað størsta higartil.

4.512 koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna. Hini koyrdu millum Stendur og Rókina.

Í apríl var miðaltalið fyri samdøgrið 4.962 akfør.

 

Eisini størri ferðsla í hinum tunlunum

Eisini í hinum báðum undirsjóvartunlunum var størri ferðsla í mai enn í apríl.

Í Vágatunlinum var miðalferðslan 3.092 akfør. Hon  var 2.816 akfør í apríl.

Og í Norðoyatunlinum var miðalferðslan 4.331 akfør í mai. Hon var 3.952 í apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094