Nýtt fongsul í Føroyum í 2030

Nýtt fongsul í Føroyum í 2030
Danska stjórnin fer beinan vegin at seta pening av til verkætlanina
Forsætisráðharrin og løgmaður eru samd um, at farast skal undir tilgongd at byggja nýtt fongsul í Føroyum.
 
07.06.2022 - 10:51

Ríkismyndugleikarnir og landsstýrið eru samd um at fara undir tilgongd at byggja nýtt og størri fongsul í Føroyum í staðin fyri arrestina í Mjørkadali.

Tað siga Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í eini felags yvirlýsing eftir fundin í Tinganesi fyrrapartin.

Tilgongdin verður í trimum stigum:

 

  • Í 2023 og 2024 verður verkætlan gjørd fyri byggingina og staðsetingin til nýggja fongslið funnin.
  • Í 2025 og 2026 verður hóskandi grundøki útvegað og gjørt byggibúgvið.
  • Frá 2027 til 2030 verður nýggja fongslið bygt.        

 

Í yvirlýsingini stendur eisini, at stjórnin fer beinan vegin at seta pening av til at gera verkætlanina. Fígging til at byggja fongslið verður sett av, tá verkætlanin og kostnaðarmeting eru gjørd.

Fíggingin er treytað av, at fólkatingið tekur undir við henni, stendur m.a. í yvirlýsingini frá Mette Frederiksen og Bárði á Steig Nielsen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938