Pál Joensen millum favorittarnar í Barcelona

Pál Joensen millum favorittarnar í Barcelona
Svimjarin Pál Joensen er millum favorittarnar til at vinna heiðursmerki á 800 og 1500 metrum frí í HM í Barcelona, sum verður í døgunum 28. juli til 4. august
Pál Joensen verður mettur at vera millum favorittarnar í kapping í Barcelona.
 
23.07.2013 - 14:45

Sambært heimasíðuni svimjing.com skrivar svimjiserfrøðingurin, John Lohn, at Sun Yang er greiður favorittur til gullið í báðum greinum, meðan Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Gergo Kis, Gregorio Patrinieri og Pál Joensen fara at kappast um hini heiðursmerkini í 800 frí. Og hann væntar, at Ryan Cochrane, Connor Jaeger, Oussama Mellouli, Gergo Kis, Pál Joensen og Jordan Harrison fara at kappast um gullið í 1500 frí.

Á svimjing.com verður hetta sagt at vera rættiliga merkisvert, tí at Pál ikki hevur svomið nakra serliga sterka tíð í hesum greinum á langgeil, hetta seinasta árið.

Pál Joensen skal svimja innleiðandi kappingina í 800 metrum týsdagin 30. juli, og sjálv finalan verður dagin eftir. Og leygardagin 3. august verður so innleiðandi svimjingin á 1.500 metrum.

Góðar venjingarumstøður
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimjisambandinum, og viðmerkjari, sigur, at hann hevur onga hóming av, hvussu tað kemur at ganga. Hann vísir á heimasíðuni, svimjing.com, á, at umstøðurnar hjá Páli eru heilt øðrvísi. Nýtt land, nýggir venjarar og munandi betri venjingarumstøður.

Sambært in.fo krossar fyrrverandi venjarin hjá Páli Joensen fingrar fyri, at Pál Joensen finnur stevið aftur í Barcelona.

- Eg vóni, at hann svimur eins frítt og hann gjørdi í 2008 og 2011, tá trýstið ikki var so stórt á honum, sigur Jón Bjarnason, sambært in.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777