Ongland blokerar internet-porno

Ongland blokerar internet-porno
Enski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur í eini røðu gjørt greitt, at allir internet-brúkarar í Onglandi framyvir fara at hava ein innbygdan porno-fire wall, sum skal tálma nýtsluni av porno.
23.07.2013 - 16:30

 

Framyvir skal tað verða nógv truplari at fáa atgongd til porno í Onglandi. Hetta hevur enski forsætisráðharrin, David Cameron, sett sær fyri. Í eini røðu gjørdi hann fyri stuttum greitt, at eitt lógaruppskot er ávegis, sum skal tryggja, at øll húsarhald í Onglandi fáa ein innbygdan fire wall, sum skal forða brúkarunum atgongd til pornografiskt tilfar. Átakið er fyri at verja børnini, staðfesti hann í røðu síni. Hetta skrivar enska tíðindaheimasíðan BBC.

 

Bæði nýggir og gamlir brúkarar verða raktir av átakinum, sum væntandi kemur í gildi síðst í hesum árinum. Brúkarin hevur kortini frælsi at sláa filtrið frá, soleiðis at hann framhaldandi hevur atgongd til porno. Ætlanin er eisini, at ávís leitiorð, sum sambært Cameron eru serliga “ræðulig”, verða sensurerað, soleiðis at onki úrslit kemur fram, um ein leitar eftir teimum á eitt nú Google ella Bing.

 

Sambært Cameron er talan ikki um ein moralskan peikifingur, men eitt átak, sum skal verja børnini.

 

- Eg vil tosa um internetið, ávirkanina tað hevur á sakloysið hjá børnum okkara, og hvussu porno á netinum oyðileggur barndómin, segði Cameron millum annað í røðu síni.

 

Somuleiðis verður tað framyvir ólógligt at liggja inni við porno, ið avmyndar neyðtøku, og nógv harðari átøk verða sett í verk ímóti barnaporno.

 

Reaktiónirnar til røðuna hava verið sera blandaðar. Kvinnurørslurnar eru ovurfegnar, meðan onnur ákæra Cameron fyri sensur og siga, at hann ikki ger nakað við tann veruliga trupulleikan, nevniliga tann partin av porno-ídnaðinum, sum fæst við barnaporno og neyðtøku-porno.

 

Sambært Politiken stríðist íslendski innanríkisráðharrin, Ögmundur Jónasson, somuleiðis fyri at gera porno ólógligt í Íslandi. Hann hevur sett ein arbeiðsbólk á stovn, sum arbeiðir við, hvussu mann á snildastan hátt ger tað ómøguligt hjá íslendskum brúkarum at sleppa inn á pornoheimasíður. Ísland og Ongland eru sostatt fyrstu vesturlendsku fólkaræðini, sum beinleiðis royna at forða íbúgvum sínum atgongd til porno. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.