Føroyar grundgeva fyri síni støðu í sildatrætuni

Føroyar grundgeva fyri síni støðu í sildatrætuni
Á samráðingarfundinum við hini strandalondini í heyst fara føroyingar at grundgeva fyri sínari støðu, og tað fer vónandi at ávirka hini londini, sigur Jacob Vestergaard, landstýrismaður
Vit kenna tað so, at hini londini vilja ikki lurta eftir okkum, men vit ætla at greiða gjølla frá okkara støðu á fundinum í september, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Mynd: Savnsmynd  
 
23.07.2013 - 19:00

Samráðingarumfarið við hini strandalondini í september kann verða umráðandi fyri Føroyar í trætuni við ES. Uttanríkistænastan arbeiðir enn við ymsum møguleikum, nú ES-nevndin fer at leggja fram uppskot um revsitiltøk fyri Føroyar til atkvøðu tann 31. juli.

Stendur tað til ES, koma handilsforðingarnar í gildi tann 8. august. Tað ber í sær, at revsitiltøkini eru í gildi, tá strandalondini hittast á fundi fyrst í september.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við Útvarpið í dag, at landsstýrið samskiftir enn við ES, men tað er lítið, sum bendir á, at revsitiltøkini verða útsett, til samráðingarumfarið í september hevur verið.

Týdningarmiklar samráðingar

Hann sigur, at samráðingarumfarið í september kann gerast týdningarmikið fyri Føroyar. Tá verður høvi hjá føroyingum at grundgeva fyri sínari støðu, og tað kann vónandi ávirka hini strandalondini. Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar ætla ikki at slaka stórvegis í sínum krøvum.

- Annars fer tíðin at vísa, hvussu hetta fer at laga seg. Vit kenna tað so, at hini londini vilja ikki lurta eftir okkum, men vit ætla at greiða gjølla frá okkara støðu á fundinum í september. Annars bíða vit enn eftir, at tiltøkini verða endaliga sett í verk. Vit fáa ikki gjørt stórvegis annað í løtuni, sigur Jacob Vestergaard.

Altjóða gerðarættur

Landsstýrið hevur umrøtt møguleikan at stevna ES inn fyri altjóða gerðarætt, og løgmaður hevur fingið sjey milliónir krónur frá Fíggjarnevndini til tað. Enn fæst ikki at vita, nær ætlanin er at stevna. Verða revsitiltøkini hjá ES sett í verk, fer tað at bera í sær, at Føroyar sleppa ikki at selja sild og makrel á ES-marknaðinum, og ES-londini sleppa heldur ikki at selja skip og skipaútgerð til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450