- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvør eigur Føroya flottasta yvirskegg?
Í annaðkvøld kl. 20 verður triðja árliga Tom Selleck-kappingin, ið Sirkus skipar fyri. Endamálið er ikki bara at finna Føroya vakrasta, best hildna yvirskegg, men eisini hvør best dugir at bera sítt skegg fram við stíli og sjarmu eins og víðagitni yvirskeggjakongurin Tom Selleck.
Í dómarapanelinum í ár eru Hans Fróði Hansen, Finnur Koba, Tóra Hansen frá Salong Júniik og Ómar Pálsson, umboð fyri Sirkus. Eigarin av flottasta yvirskegginum vinnur tveir kassar av øl frá Okkara, rakikrem frá Below Your Belt og hárklipping við skeggtrimming frá Salong Júniik.
Í fjør vann Ingvard Poulsen heiðurin fyri landsins flottasta yvirskegg, og árið undan honum vann Bjartur Dal Christiansen.
Les meira um Tom Selleck-kappingina her: https://www.facebook.com/events/555939527801949/
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |