Seta vakmyndatól upp í Havn

Seta vakmyndatól upp í Havn
Vakmyndatól verða nú sett upp í høvuðsstaðnum, men borgararnir fáa ikki at vita, hvar tey verða sett upp ella hvussu nógv tey eru
Vakmyndatól verða í næstum sett upp ymsastaðni í Havn.
 
23.07.2013 - 22:30

Tað var herverkið á standmyndirnar hjá Steinunn Thórarinsdóttir ymsastaðni í býnum herfyri, ið var orsøkin til, at kommunan tók avgerð um at seta vakmyndatól upp á útsettum støðum í býnum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur fyrr greitt frá í útvarpinum, at løgreglan kann brúka vakmyndirnar, um herverk ella annað brotsverk er farið fram.

 

Borgarin fær tó ikki at vita hvar vakmyndatólini eru sett upp.

 

Við portalin in.fo í dag sigur Heðin Mortensen, at ongar ætlanir eru um at almannakunngera, hvar myndatólini eru, "tí so verða tey skrødd niður alt fyri eitt".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339