Taka støðu til fiskivinnusamstarvið í heyst

Taka støðu til fiskivinnusamstarvið í heyst
Føroyar og Russland hava havt skipað fiskiveiðusamstarv síðani 1977
Enniberg er eitt av skipunum, sum hevur fiskað í Barentshavinum í mong ár. Hann er júst komin aftur av túri, fullfermdur av rækjum.
 
13.06.2022 - 10:31

Føroyar fara í heyst at taka støðu til fiskiveiðusamstarvið við Russland.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Føroyar og Russland hava havt skipað fiskiveiðusamstarv síðani 1977.

Í høvuðsheitum hava Føroyar latið uppsjóvarfisk fyri tosk, hýsu og rækjur í Barentshavinum.

Føroyar og Russland gjørdu avtalu fyri 2022 í desember í fjør.

 

Støðan kann verða broytt í heyst, sigur løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Støða er ikki tikin

Støða er framvegis ikki tikin til, um Føroyar vilja halda fram við samstarvinum næsta ár.

Vesturheimurin hevur í stóran mun kvett samstarvið við Russland eftir innrásina í Ukraina.

- Tað er kanska ikki serliga sannlíkt, men støðan kann verða ein onnur í heyst, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

- Vit fara av somu orsøk at bíða til í heyst at taka støðu til, um vit fara at kvetta fiskiveiðusamstarvið, sigur løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961