Hans Fróði Hansen liðugur sum venjari hjá TB

Hans Fróði Hansen liðugur sum venjari hjá TB
Hans Fróði Hansen stendur ikki longur á odda fyri besta mansliðnum hjá TB í fótbólti. Samstarvið millum partarnar endaði í gjárkvøldið
Hans Fróði Hansen er ikki longur venjari hjá TB. Vánalig úrslit seinastu dystirnar er orsøkin.
Mynd: www.tb.fo  
 
24.07.2013 - 10:30

Vantandi úrslit er orsøkin til, at nevndin í TB nú fer at seta annan venjara. Tvørámenn hava fingið tvey stig burtur úr seinastu fimm landskappingardystunum, og liðið hevur ikki vunnið ein landskappingardyst síðan 26. mai.

Enn er ikki greitt, hvør tekur við sum venjari eftir Hans Fróða Hansen. Suðurrás skrivar, at Bill McLeod Jacobsen stendur fyribils fyri venjingunum næstu tvær vikurnar, tá avtala ætlandi er fingin í lag við annan venjara.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576