KÍ-formaðurin: kanska sensatiónin bíðar

14.06.2022 - 13:22
ÍtrótturFótbóltur
KÍ-formaðurin: kanska sensatiónin bíðar
Tummar Lervig dylur ikki fyri, at KÍ helst vildi sloppið undan Bodø/Glimt í Champions League, men leggur afturat, at liðið fer at gera alt fyri at skapa sensatiónina
KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, vil ikki geva skarvin yvir, hóast lutakastið er trupult

Bodø/Glimt var ikki ynskilutakastið hjá KÍ.

Tí dylur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, ikki fyri, men vissar samstundis um, at liðið fer at leggja nógv fyri í eini roynd at skapa eina sensatión í fyrsta umfari í Champions League.

 - Bodø/Glimt og Malmø vóru tey bæði liðini, sum vit fegin vildu sleppa undan, sigur Tummas Lervig.

Bodø/Glimt hevur vunnið norska meistaraheitið tvey ár á rað, og í fjør spældu teir seg allan vegin í fjórðingsfinaluna í Conference League-kappingini hjá UEFA. Hinvegin hevur norska felagið ikki fingið so góða byrjan upp á kappingina í ár.

 - Akkurát nú hava teir eitt sindur av mótvindi, eg haldi, at teir liggja nummar átta í norsku kappingini, so teir eru kanska niðureftirgangandi, sigur KÍ-formaðurin.

 - Vit taka hetta sum eina stóra ítróttarliga uppliving, og kanska sensatiónin er har.

Spennandi uppgáva

Sætt burtur frá truplu uppgávuni á vøllinum er lutakastið spennandi, heldur formaðurin.

 - Tað er altíð spennandi at møta einum stórum liði, og vit kunnu vóna, at vit fáa ein fullan vøll her við Djúpumýru. Tað í sær sjálvum ger, at hetta er ein spennandi dystur fyri okkum, sigur Tummas Lervig.

Í morgin verður drigið um, hvussu spælast skal, um KÍ verður sligið út úr meistarakappingini í 1. umfari. Hendir tað, skal KÍ spæla víðari í Conference League.

 - Men vit taka hesa uppgávuna fyrst og vóna, at vit kunnu taka onkran á bóli.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444