Løntakararnir seta met

Løntakararnir seta met
Í fjør vóru 27.529 løntakarar í Føroyum, sum er tað mesta síðani 1985, tá ið Hagstovan fór at skráseta tølini
Talið á løntakarum setti met í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.06.2022 - 14:48

Ongantíð fyrr hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum sum nú.

Í 2021 vóru 27.529 løntakarar, sum er tað mesta síðani 1985, tá ið Hagstovan fór at skráseta tølini.

Tað eru framvegis fleiri menn enn kvinnur, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, vísa tølini.

 

Við ársenda í fjør, vóru 14.154 føroyskir menn og 13.375 kvinnur í aldrinum 16-74 ár á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Størsta vinnugreinin er almenna fyrisitingin, ið fevnir um landssfyrisiting, kommunur- og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu- og almannaverk.

Í almennu fyrisitingini starvaðust við ársenda í fjør 10.102 fólk, vísa tølini hjá Hagstovuni.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523