Stongdu matstovu, sum var ov skitin

17.06.2022 - 13:03
InnlendisSamfelag
Stongdu matstovu, sum var ov skitin
Gist og Vist-samtakið, sum eigur matstovuna, vissar um, at alt er í lagi í hinum matstovunum hjá Gist og Vist
Matstovan No.12 var stongd í tveir dagar, eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði verið á eftirlitsvitjan.
Mynd: Heimasíðan hjá No.12  

Matstovan No.12 á Tórsvølli í Havn bleiv mikudagin í farnu viku stongd eftir eftirlitsvitjan frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tí har var ov skitið.

Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist, sum eigur matstovuna, tók undir við avgerðini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Hann vissar um, at matvørutrygdin er í lagi í hinum matstovunum í Gist og Vist-samtakinum.

Matstovan No.12 var stongd í tveir dagar, og læt uppaftur fríggjadagin í farnu viku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360